Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Útsýni yvir Tinganes frá Skansanum.
J.C. Svabo: Indberetninger. Føroya Landsskjalasavn.
Útsýni yvir Tinganes frá Skansanum.
J.C. Svabo: Indberetninger. Føroya Landsskjalasavn.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

18. øld verður í Evropa nevnd upplýsingartíðin. Hetta var ein tíð, tá fólk vóru forvitin og vildu vita meira um mestsum alt. Ein fortreyt fyri hesum forvitni var, at fólk dugdu at lesa og skriva. Tað er í hesi tíðini, at vit fáa ta fyrstu alfrøðina, sum fraklendingurin Diderot tók stig til. Hann fekk fremstu heimspekingar, rithøvundar og granskarar í tíðini at skriva stuttar upplýsandi greinar um mestsum alt, so fólk lætt kundu leita sær fram upplýsingar.

Upplýsingin kom eisini til Føroya. Jens Christian Svabo og Nicolai Mohr umboðaðu hesa tíð heima hjá okkum. Teir vóru fyrstu føroyingar, sum valdu at lesa annað enn gudfrøði. Báðir vildu teir aftur til Føroya, men tað eydnaðist teimum ikki at fáa starv í Føroyum. Teir samstarvaðu og høvdu báðir áhuga fyri búskapi, náttúrufrøði og føroyska málinum. Nicolai Mohr fekk starv á Kongaligu Postalínsfabrikkini, og í sambandi við starvið kom hann nógv til Íslands og skrivaði nógv um íslendsk viðurskifti. Svabo fekk ongantíð líkinda starv og kom aftur til Føroya í 1800 og livdi sum fátækur maður í Havn restina av ævi síni.

Fyri at fremja framburð í Føroyum skrivaði Svabo í donskum tíðarritum. Eisini skrivaði hann í árunum 1781 og 1782 eina langa frágreiðing um viðurskiftini í Føroyum. Henda frágreiðing varð ikki útgivin í síni heild fyrr enn í 1959 og fekk tí ikki nógva ávirkan á samtíðina, men Jørgen Landt prestur brúkti hana sum heimildargrundarlag í bók síni um Føroyar, sum kom út í 1800. Svabo sýndi eisini føroysku kvæðunum og føroyska málinum stóran áhuga, men hann væntaði, at málið fór at doyggja út.

Bæði orðasavnið hjá Svabo og kvæðauppskriftir hansara eru seinni útgivnar. Fyri føroyska søgu og mál kom Svabo seinni at hava heilt stóran týdning.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Tittulblað Diderots Alfrøði.
Wikimedia
Tittulblað Diderots Alfrøði.
Wikimedia
Síða úr alfrøðini hjá Diderot, ið snýr seg um tilvirking av ull.
Diderot. Encyclopedie. París. 1763.
Síða úr alfrøðini hjá Diderot, ið snýr seg um tilvirking av ull.
Diderot. Encyclopedie. París. 1763.
Tittulblað til J. C. Svabos Indberetninger
J. C. Svabos Indberetninger. Føroya Landsskjalasavn.
Tittulblað til J. C. Svabos Indberetninger
J. C. Svabos Indberetninger. Føroya Landsskjalasavn.
Tríggir menn leggja tog. Samanber við tekningina úr alfrøðini hjá Diderot.
Tab 8 í J.C. Svabo: Indberetninger 1781-82. Føroya Landsskjalasavn.
Tríggir menn leggja tog. Samanber við tekningina úr alfrøðini hjá Diderot.
Tab 8 í J.C. Svabo: Indberetninger 1781-82. Føroya Landsskjalasavn.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Miðstættin vinnur fram

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Amerikanska Frælsisyvirlýsingin frá 4. juli 1776.
John Trumbull. Wikimedia
Amerikanska Frælsisyvirlýsingin frá 4. juli 1776.
John Trumbull. Wikimedia
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Úti í heimi gjørdu heimshandilin og vinnulívið, at tað vóru alt fleiri, sum vunnu sær pening og ríkidømi uttan at verða aðalborin. Hetta var miðstættin, ein stætt av handils- og vinnulívsfólki, sum ikki longur einsamøll vildi gjalda toll og skatt, men ynskti eisini at fáa lut í valdinum. Tað fór at prutla undir lokinum, og nýggir tankar komu fram alment, sum settu spurning við um tað var rætt, at alt vald lá hjá einaveldinum og aðalsstættini. Hugmyndir um frælsi og tingræði vunnu frama millum upplýsingarhugaði fólk.

Eitt tað fyrsta sum hendi var, at hjálond breta í Amerika í 1776 gjørdu kollvelting og vendu sær móti bretum og skipaðu seg í eitt nýtt ríki Sambandsríkið Amerika (USA) og løgdu fram Amerikonsku Frælsisyvirlýsingina. Hetta var amerikanska frælsisstríðið, ið vardi frá 1775 til 1783. USA fekk sína egnu stjórnarskipan í 1787.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Execution Louis XVI.
Charles Monnet 1794.
Execution Louis XVI.
Charles Monnet 1794.
Marie Antoinette.
Louise Élisabeth Vigée Le Brun. 1783. Jacques-Louis David. 1793
Marie Antoinette.
Louise Élisabeth Vigée Le Brun. 1783. Jacques-Louis David. 1793

Í Evropa gjørdi fólkið eisini vart við seg, serliga í Fraklandi, og tað førdi til fronsku kollveltingina í 1789, og ein mannarættindayvirlýsing varð løgd fram og rakstrarrópini: frælsi, javnaður og brøðralag, vóru at hoyra. Franski kongurin varð settur frá og avrættaður, og Frakland varð umskipað til lýðveldi. Kollveltingin vardi til 1799, tá Napoleon Bonaparte tók valdið og útnevndi seg sjálvan til keisara í Fraklandi. Nógv av tí, sum kom sum úrslit av kollveltingini, gjørdi Napoleon til sítt, men frælsi, sum vit skilja tað í dag, kom ikki við tað fyrsta. Hann gjørdi nógv gott fyri Frakland, men hansara tíð var eisini eyðkend av kríggi. Napoleon varð settur frá sum keisari í 1815.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
Napoleon á herferð í 1814.
Jean-Louis-Ernest Meissonier. 1864.
Napoleon á herferð í 1814.
Jean-Louis-Ernest Meissonier. 1864.
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Eitt land uttan miðstætt

Neytakona
Johan Gottfried Grund, 1764-84. Mynd: Mette Marciniak - Slots- og Ejendomsstyrelsen, 2010.
Neytakona
Johan Gottfried Grund, 1764-84. Mynd: Mette Marciniak - Slots- og Ejendomsstyrelsen, 2010.
Útróðrarmaður
Johan Gottfried Grund, 1764-84. Mynd: Mette Marciniak - Slots- og Ejendomsstyrelsen, 2010.
Útróðrarmaður
Johan Gottfried Grund, 1764-84. Mynd: Mette Marciniak - Slots- og Ejendomsstyrelsen, 2010.

Um hetta mundið tá miðstættin ger um seg úti í Evropa, var eingin miðstætt í Føroyum og einki hjá eini kollvelting at vera í. Danski einavaldskongurin hevði alt valdið. Hann var eisini hægsti kirkjuligi myndugleiki. Kongur var ikki í Føroyum, tí vóru fútin, kommandanturin, sorinskrivarin og sýslumenninir settir at røkja skyldurnar hjá kongi í Føroyum. Próstur og prestar tóku sær av tí, sum hevði við kirkjuna at gera. Tann, sum var fólki næst, var sýslumaðurin.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Einahandilin

Høvuðsbók og kontrabók.
Føroya Landsskjalasavn. Mynd: Ole Wich
Høvuðsbók og kontrabók.
Føroya Landsskjalasavn. Mynd: Ole Wich
Handilsmát, ið vórðu brúkt í einahandlinum: Hosutræ, vekt og alin. Kanna, hvat eitt hosutræ er, og hvat tað varð brúkt til.
Føroya Fornminnissavni
Handilsmát, ið vórðu brúkt í einahandlinum: Hosutræ, vekt og alin. Kanna, hvat eitt hosutræ er, og hvat tað varð brúkt til.
Føroya Fornminnissavni

Føroyar vóru eitt afturhaldandi og siðbundið samfelag. Ein av orsøkunum til, at eingin miðstætt var í Føroyum, var kongligi einahandilin, sum virkaði frá 1709 til 1856. Handilin var ein stovnur, sum framdi tryggleika í tí afturhaldandi føroyska bygdarsamfelagnum, tí einahandilin var meira enn ein handil, tí her kundi alt gjaldast í vøru og framleiðslu. Reiður peningur varð næstan ikki nýttur. Handilin tryggjaði, at fólk fingu tað korn, sum tørvur var á, tí tað var ikki nóg mikið, sum velt var í landinum, meginparturin varð innfluttur.

Einahandilin var tolin, tá tað kom til at gjalda skuld. Tað kom næstan ikki fyri, at fólk vóru kravd eftir handilsskuld. Hon stóð bert og bíðaði eftir at verða goldin. Hetta hekk eisini saman við, at einahandilin var uppi í mestsum øllum almennum, búskaparligum viðurskiftum í Føroyum eitt nú skatti, fátækaforsorg og øðrum við.

Prísirnir á vørunum í handlinum, bæði teimum, sum fólk komu við og teimum, sum handilin seldi, broyttust lítið ella einki. Í øllum førum var leingi ímillum broytingarnar. Hetta framdi ikki framburð og nýhugsan millum fólk flest. Men bæði danskir myndugleikar og ávís framskygd fólk dugdu at síggja, at einahandilin var ein forðing fyri framhaldandi menning í Føroyum.

Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking

Minnist tú?

Vís í nýggjum vindeyga
Tú skalt rita inn fyri at skriva viðmerking
ISBN: 9789991821818. Upphavsrættur: rithøvundarnir og Nám 2015